Løgtingið keypir Eik-bygning fyri 26 mió. kr.

Løgtingið keypir Eik-bygning fyri 26 mió. kr.
Samstundis er ætlanin at selja Gamla apotek fyri sjey milliónir kr.
 
22.12.2015 - 21:40

Meðan løgtingið hevur bíðað eftir álitinum frá vinnunevndini um uppboðssølu og veiðigjøld og frá fíggjarnevndini um fíggjarlógina fyri 2016, hevur tað samtykt eina eykajattan um at keypa bygningin hjá Eik í miðbýnum fyri 26 milliónir kr.

Samstundis er ætlanin at selja Gamla apotek fyri sjey milliónir kr., so nettoútreiðslan verður 19 milliónir kr.

Formansskapurin, sum legði uppskotið um eykajáttanina fram, sigur, at arbeitt hevur verið við spurninginum, um farast skal undir at umvæla Gamla apotek, ella útvega annan bygning í staðin. 

Formansskapurin hevur gjørt av, at rættast er at selja Gamla apotek og at keypa annan bygning.  

Ætlanin er at selja Gamla apotek fyri sjey milliónir, og at keypa annan bygning, sum er bygningurin hjá Eik í miðbýnum, fyri 26 mió. kr. 

Einki orðaskifti var um málið, sum fór beinleiðis til aðru viðgerð.

Uppskotið varð endaliga samtykt við triðju viðgerð við 27 atkvøðum fyri og trimum ímóti. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109