- Tíðindi, mentan og ítróttur
Álitið kemur í dag
Í tíðindunum á miðdegi segði Bjarni Hammer, at gongur alt sum ætlað, so kemur álitið frá nevndarviðgerðini aftur í tingið einaferð í dag.
Hann vil tó einki siga um júst nær álitið er klárt ella hvat Vinnunevndin fer at mæla til.
Tað er enn ógreitt um meiriluti er í samgonguni fyri eini uppboðssølu av fiskirættindum ella um tann parturin verður tikin burtur.
Fíggjarnevndin bíðar
Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum er heldur ikki komin aftur við sínum áliti um figgjalógina fyri 2016.
Ruth Vang, forkvinna, sigur at fíggjanevndin bíðar til vinnunevndin er komin við sínum áliti - tí fyrr enn tað er greitt um landskassin fær nakrar inntøkur frá eini upboðssølu av fiskirættindum, ber ikki til at siga nakað endaligt um fíggjarlógina fyri næsta.
Ruth Vang sigur tað vera sera óheppið, at samgongan ikki megnar at semjast um uppboðssøluna.
Sambært fíggjalógaruppskotinum, so skal uppboðssølan geva landskassanum 50 milliónir í inntøkum næsta ár.