- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyska heildarkvotan óbroytt
Føroyska heildarkvotan í næsta ár er tann sama sum í ár, 5.600 tons. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, og íslendski fiskimálaráðharrin, Sigurður Ingi Jóhannsson, samráddust hósdagin og fríggjadagin um fiskirættindi næsta ár.
Samráðingarnar vóru í Havn. Føroyska lodnukvotan er 30.000 tons. Íslendsku kvoturnar í føroyskum sjógvi eru tær somu, 1.300 tons av makreli og 2.000 tons av aðrari sild enn norðhavssild.
Semja er um at greina viðurskifti í samstarvinum um fiskiveiði við ásetingum í Hoyvíkssáttmálanum í huga. Partur av hesum arbeiði verður at viðgera avmarkingarnar hjá føroyskum skipum at virka og avreiða lodnu til matna.
Í samráði við grønlendskar myndugleikar verða stig tikin til fund millum fiskimálaráðharran og landsstýrismenninar í Íslandi, Grønlandi og Føroyum um áhugamál landanna í fiskiveiði í Norðuratlantshavi.