- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri atkvøðugreiðslur á skránni
Fleiri atkvøðugreiðslur á skránni
Nógvar atkvøðugreiðslur vera á tingfundinum seinnapartin í dag. Tingfólkini skulu atkvøða um 13 tingmál
21.12.2015 - 10:33
Annars bíðar Løgtingið eftir Fíggjarnevndini og Vinnunevndini, sum hava fund fyrrapartin.
Bíðað verður eftir álitunum hjá Fíggjarnevndini um fíggjarlógina fyri 2016, um skattalættan, um tøkugjaldið, sum skal leggjast á alivinnuna, og um at sleppa kringvarpsgjaldinum undan meirvirðisgjaldinum.
Vinnunevndin hevur uppskotið um uppboðssøla og veiðigjald. Neyðugt verður at víkja frá øllum tíðarfreistum, tá tey fimm málini, bíðað verður eftir, skulu avgreiðast.
Sambært álmanakkanum hjá tinginum er tingfundurin í dag fyribils tann seinasti í árinum. Tingfundurin í dag verður klokkan hálvgum tvey.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV