- Tíðindi, mentan og ítróttur
Álit um fíggjarlóg kemur mánadagin
Álit um fíggjarlóg kemur mánadagin
Álitið hjá Fíggjarnevndini um fíggjarlógina fyri 2016 kemur ikki, sum áður fráboðað, í dag, men mánadagin
18.12.2015 - 10:50
Álitið hjá Fíggjarnevndini kemur ikki fyrr enn mánadagin, sigur Ruth Vang, forkvinna í Fíggjarnevndini, við útvarpið í morgun.
Nevndin hevur fund í morgun. Men forkvinnan væntar, at neyðugt verður at arbeiða við fíggjarlógini um vikuskiftið eisini.
Skal fíggjarlógin avgreiðast fyri jól, verður neyðugt at víkja frá tíðarfreistunum. Fíggjarnevndin er heldur ikki liðug við skattalættan og tøkugjaldið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV