Lagnan hjá felagnum skjótt kunngjørd

Lagnan hjá felagnum skjótt kunngjørd
Í næstu viku fer Atlantic Petroleum at kunngera, hvussu verður við felagnum
Enn er møguleiki at koma á mál við fígging ella einari handilsligari loysn. Eydnast tað ikki, er lítið sannlíkt at Atlantic Petroleum klárar sínar skyldur í 2016
 
17.12.2015 - 13:19

Í næstu viku fer sperda oljufelagið Atlantic Petroleum at kunngera, um felagnum er lív lagað, ella um tað fer undir umsiting ella skal endurskipast.

SÍ EISINI Óvist um felagið klárar sínar skyldur

Felagið sigur í dag í fráboðan, at tað í næstu viku væntar at koma við einari fráboðan um støðuna hjá felagnum. Í løtuni er nógv, sum bendir á, at oljufelagið Atlantic Petroleum fer undir umsiting ella verður endurskipað.

- Framleiðslukostnaðurin á oljuleiðunum er hægri enn oljuprísurin, og støðan er tí ikki haldbar. Vit royna enn at fá til vegar fígging ella eina loysn á Orlando útbyggingini, sum krevur nógvan pening, segði stjórin, Ben Arabo, í seinastu viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050