Hava skrivað undir nýggjan sáttmála

Hava skrivað undir nýggjan sáttmála
Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna hava í morgun skrivað undir tvey ára sáttmála við Fíggjarmálaráðið
Fíggjarmálaráðið hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna
 
16.12.2015 - 13:19

Karmurin er 2,25 prosent fyrra árið og 1,9 prosent seinna árið. Í nýggja sáttmálanum hava handverkarar fingið eyka lønarstig.

Onkrar smávegis broytingar eru gjørdar í sáttmálatekstinum, skrivar Fíggjarmálaráðið. Lønarhækkingin er sostatt hin sama, sum starvsfólkini hjá tí almenna fingu.

Lønin hjá handverkarum hækkar 2,25 prosent frá 1. oktober í ár. 1. oktober næsta ár hækkar lønin 1,9 prosent, sigur Fíggjarmálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050