Hækkað vektgjald ikki ein bági fyri ferðavinnuna

Hækkað vektgjald ikki ein bági fyri ferðavinnuna
Hækkingin í vektgjaldinum fyri bilar eigur ikki at forða fyri menning í ferðavinnuni, sigur meirilutin í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum
Tað er ikki ein forðing fyri menningina í ferðavinnuni, um vektgjaldið fyri bilar hækkar, heldur meirilutin í Fíggjarnevndini
 
16.12.2015 - 08:39

Fíggjarnevndini tekur undir við, at vektgjaldið hækkar. Meirilutin, tað er samgongan, sigur millum annað, at vektgjøldini eru ikki dagførd í seks ár.

Meirilutin í Fíggjarnevndini heldur, at landsstýriskvinnan í fíggjarmálum skal kanna, hvørjar avleiðingar hækkingin hevur fyri eitt nú ferðavinnuna, og tryggja, at lógarbroytingin ikki forðar menningini í ferðavinnuni.

Minnilutin í Fíggjarnevndini mælir Løgtinginum til at fella uppskotið. Bæði meirilutin og minnilutin fýlast á, at lógaruppskotini hjá landsstýrinum ikki hava verið til hoyringar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389