- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sjómenn missa ikki samdøgursfrádráttin
Fíggjarpolitikkurin hjá samgonguni fekk aftur eitt skot fyri bógvin í gjár. Samd Fíggjarnevnd mælti í gjár Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu.
Fiskimenn, sum eru við skipum í øðrum Norðurlondum, og tey, sum sigla við skipum í donsku skrásetingini DIS, missa ikki samdøgursfrádráttin í hesum umfarinum, og landskassin sparir ikki tríggjar milliónir krónur.
Nevndin heldur tað vera rættast at bíða við broytingum í samdøgursfrádráttinum, til skattanevndin, sum landsstýrið ætlar at seta, hevur sagt, hvat hon heldur um samdøgursfrádrátt.
Samdøgursfrádrátturin er 300 krónur um dagin, og verður latin sjófólki, sum arbeiða á landi uttanlands ella umborð á útlendskum skipi, og sum hava fulla skattskyldu í Føroyum.