Uppskotið neyvan samtykt í Løgtinginum

Uppskotið neyvan samtykt í Løgtinginum
Eitt uppskot, um at broyta revsilógina so munur ikki verður gjørdur á revsingini í máum um kynsliga misnýtslu, verður neyvan samtykt í tinginum
Uppskotið hjá Anniku Olsen um at broyta revsilógina, so munur ikki verður gjørdur á um fólk gera seg kynsliga inn á eitt ættleit barn undir 18 ár og eitt biologiskt barn undir 18 ár, fær neyvan undirtøku í Løgtinginum
 
14.12.2015 - 08:08

Eitt uppskot frá Anniku Olsen, løgtingskvinnu, um at broyta revsilógina soleiðis, at munur ikki verður gjørdur á, um tú gert teg kynsliga inn á eitt ættleit barn undir 18 ár og eitt biologiskt barn undir 18 ár, verður neyvan samtykt í tinginum.

Rættarnevndin, sum hevur viðgjørt málið, mælir tinginum frá at samtykkja tað. Nevndin sigur, at tá lógarbroytingar verða gjørdar í revsilógini, er vanligt, at revsirættarliga ráðið fær tær til hoyringar.

SÍ EISINI Løgtingskvinna vil hava revsilógina broytta

Í revsirættarliga ráðnum sita fakfólk, og sostatt verða lógarbroytingar viðgjørdar og lýstar gjølla á einum høgum fakligum stigi, áðrenn tær verða framdar.

Løgmaður hevur boðað rættarnevndini frá, at hann arbeiðir við málinum, og miðar eftir at leggja ymsar lógarbroytingar í revsilógini fyri tingið í næstu tingsetu.

Nevndin heldur tí, at tað er rættast at bíða, til løgmaður kemur við broytingunum, og at revsirættarliga ráðið eisini fær møguleika at lýsa málið, áðrenn lógarbroytingarnar verða lagdar fyri tingið. Atkvøtt verður um uppskotið í tinginum í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109