Yngru fimleikararnir fáa nú egið landslið

Yngru fimleikararnir fáa nú egið landslið
Teir yngru fimleikararnir í Føroyum fáa nú sítt egna landslið. Frammanundan hevur einki landslið verið fyri teimum yngru fimleikarunum í Føroyum
Sunnudagin verður úttøka til tey nýggju landsliðini í amboðsfimleiki, sum verða fyri teimum yngru fimleikarunum í aldursbólkinum 9-13 ár
 
11.12.2015 - 08:46

Tað hevur einki landslið verið fyri teimum yngru fimleikarunum í Føroyum, men hetta verður nú broytt, boðar Føroya Fimleikasamband frá á heimasíðuni.

Sunnudagin verður úttøka til tey nýggju landsliðini í amboðsfimleiki, Føroya Fimleikasamband nú tekur stig til at stovna fyri børn í aldrinum 9-13 ár, í Fimi í Havn.

Aldursbólkurin hjá gentulandsliðnum er 9-12 ár, og hjá dreingjunum 10-13 ár. Venjingarnar hjá teimum báðum landsliðunum byrja í januar, sigur Fimleikasambandið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050