Samtykt at hallir skulu byggjast út

Samtykt at hallir skulu byggjast út
Tórshavnar býráð samtykti hóskvøldið, at Høllin á Hálsi í Havn og Fimleikahøllin í Skúlanum á Argjahamri skulu byggjast út
Høllin á Hálsi í Havn skal byggjast út, so pláss verður fyri einum handbóltsvølli afturat og hølum til judo og borðtennis, samtykti Tórshavnar býráð hóskvøldið
 
11.12.2015 - 08:32

Høllin á Hálsi í Havn skal byggjast út, so pláss verður fyri einum handbóltsvølli afturat og hølum til judo og borðtennis.

Tað samtykti Tórshavnar býráð í gjárkvøldið. Tá Høllin á Hálsi er útbygd tíðliga í 2017 sambært ætlanini, verður pláss fyri 2.500 til 3.000 fólkum í høllini. 100 bilpláss koma afturat.

Fimleikahøllin í Skúlanum á Argjahamri verður útbygd og umbygd til fulla ítróttahøll við áskoðaraplássum. Høllin á Argjahamri skal vera liðug næsta heyst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050