Fiskimenn forvinna meira

Fiskimenn forvinna meira
Hýrurnar hjá fiskimonnum í Føroyum eru higartil í ár 20 prosent størri enn í fjør, vísa nýggjastu hagtølini
Fiskimenn fáa meira burturúr í ár enn í fjør. Higartil í ár eru hýrurnar 20 prosent størri enn í 2014, sambært Hagstovuni
 
11.12.2015 - 10:58

Fiskimenn fáa meira burturúr í ár enn í fjør, vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovuni. Higartil í ár eru hýrurnar 20 prosent størri enn í fjør.

Men fiskimenninir eru 12 færri enn í fjør. Higartil í ár eru hýrurnar 823 mió. kr., 136 milliónir meira enn í fjør. Sambært Hagstovuni eru fleiri løntakarar í Føroyum nú enn í fjør.

Triði mánaðin á rað

Millum 30 og 40 løntakarar leggjast afturat hvønn mánað, sambært nýggjastu tølunum hjá Hagstovu Føroya. Meira verður tí goldið í lønum í ár.

Undir yvirskriftini lønargjaldingarnar leypa uppfrá skrivar Hagstovan, at november var triði mánaðin á rað, at lønirnar vuksu hálvt triðja prosent.

Lønirnar eru nú yvir 700 milliónir krónur um mánaðin. Fyri hvørjar tíggju krónur fáa menn tær seks og kvinnurnar fýra.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050