Undrast á kostnaðin til umsiting

Undrast á kostnaðin til umsiting
Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum undrast á, at tað kostar tvær milliónir krónur at umsita peningin til familjur, ið eru illa fyri fíggjarliga
Eisini Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum undrast á, at tað kostar tvær milliónir krónur at umsita góðar 8,3 milliónir til familjur, sum eru illa fyri fíggjarliga
 
10.12.2015 - 17:18

Eisini Fíggjarnevndin hjá løgtinginum undrast á, at tað kostar tvær milliónir krónur at umsita góðar 8,3 mió. kr. Nevndin hevur tí spurt Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu, um hetta.

Talan er um lógaruppskotið um at hjálpa húskjum, sum eru illa fyri fíggjarliga og tí skulu fáa pengar úr landskassanum.

Skipanin er tung at umsita, og tí kostar umsitingin nógv, svarar landsstýriskvinnan. Inntøkan hjá húskinum avger, um húskið, ikki einstaklingurin, er fátækt.

Umsóknir mugu viðgerast manuelt

Í Føroyum er eingin skipan, sum sjálvvirkandi umsitur leypandi veitingar, sum verða latnar eftir inntøkuni hjá húskjum. Tí skulu umsóknirnar viðgerast við hond, manuelt.

Stuðulin, sum húskini hava rætt til, broytist, tá inntøkan broytist, til dømis, tá fólk fara hvørt til sítt ella finna saman, tá fólk gevast at arbeiða og fara í skúla ella gerast sjúk.

Nógv onnur viðurskifti skulu eisini takast við, tá stuðulin skal roknast út, so sum ogn og inntøkur.

Eisini verður neyðugt at lata húskjum, sum hava fingið ov lítið, fleri pengar ella krevja pengar aftur frá teimum, sum hava fingið ov nógv, stendur í svarinum, sum Fíggjarnevndin fekk úr Almannamálaráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109