Landsroknskapurin ikki fullfíggjaður

Landsroknskapurin ikki fullfíggjaður
Landsgrannskoðanin staðfestir enn einaferð í frágreiðing sínari fyri 2014, at landsroknskapurin er ikki fullfíggjaður
Landsroknskapurin avspeglar í minni mun tað veruliga virksemið og váðar hjá landinum, sigur landsgrannskoðarin, ið enn einaferð staðfestir í frágreiðing sínari fyri 2014, at landsroknskapurin er ikki fullfíggjaður
 
10.12.2015 - 09:28

- Landsroknskapurin avspeglar í minni mun tað veruliga virksemið og váðar hjá landinum, sigur landsgrannskoðarin.

Í dag fevnir landsroknskapurin um næstan allar landsstovnar og alment virksemi, sum landið varðar av. Somuleiðis er við gjaldføri hjá landinum.

Hava víst á grundleggjandi ivaspurningar

Í mong ár hava Landsgrannskoðanin og løgtingsgrannskoðararnir gjørt vart við, at fleiri stovnar og grunnar ikki eru á fíggjarlógini og í landsroknskapinum.

Í tí sambandi hevur verið víst á nakrar grundleggjandi ivaspurningar, tá ið ræður um játtanar-, roknskapar- og grannskoðanarviðurskifti.

Landsgrannskoðarin sigur, at seinastu árini hava skiftandi landsstýrisfólk greitt frá um hesar stovnar og grunnar, uttan at komið er á mál við at greiða ivamálini.

Virksemið manglar í landsroknskapinum

Framvegis er virksemið hjá stovnunum og grunnunum ikki við í landsroknskapinum, og heldur ikki eru sjálvstøðugir roknskapir fyri virksemið teirra lagdir fyri Løgtingið, skrivar landsgrannskoðarin í frágreiðingini fyri 2014.

Dømi um tílíkar almennar grunnar eru Føroya Realkreditstovnur og Samhaldsfasti, sum hava um tvær milliardir í eginogn.

Í oktober í ár hevur landsstýriskvinnan greitt frá, at tað framhaldandi verður arbeitt við, hvussu samlaði almenni roknskapurin skal setast upp.

Ikki somu reglur fyri almennu partafeløgini

Landsgrannskoðarin skrivar, at seinastu árini er alsamt meira virksemið hjá landinum lagt í virkiseindir, sum eru uttan fyri landsfyrisitingina, til dømis í partafeløg.

Talan er um týðandi virksemi. Feskasta dømi er P/f Eystur- og Sandoyartunlar, sum skal gera tveir undirsjóvartunlar komandi árini.

Flestu almennu reglurnar galda ikki fyri hesi almennu partafeløgini. Feløgini eru heldur ikki partur av fíggjarlóg ella roknskapum, sum verða lagdir fyri Løgtingið.

- Tað ber tí til at siga, at landsroknskapurin í minni mun avspeglar veruliga virksemið og váðar hjá landinum, umframt at tílíkt virksemi í stóran mun ikki skal fylgja øðrum almennum reglum, stendur at lesa í frágreiðingini hjá landsgrannskoðaranum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109