Mæla til at ferðavinnan sleppur undan

Mæla til at ferðavinnan sleppur undan
Ferðavinnufelagið mælir til, at bussar, sum koyra við ferðafólki, sleppa undan hækkaða avgjaldinum á bensini og diesel
Landsstýrið ger Føroyar til eitt dýrari land hjá ferðafólki, sigur Ferðavinnufelagið, ið mælir til, at bussar, sum koyra við ferðafólki, sleppa undan hækkaða avgjaldinum á bensini og diesel
 
09.12.2015 - 11:09

Hóast landsstýrið ikki hevði stundir at spyrja og hoyra onnur um øll lógaruppskotini, sum eru send løgtinginum, loyva summi sær at senda Fíggjarnevndini, har sum flestu uppskotini hjá landsstýrinum um inntriv eru, sínar viðmerkingar kortini.

Landsstýrið ger Føroyar til eitt dýrari land hjá ferðafólki, sigur Ferðavinnufelagið, ið mælir til, at bussar, sum koyra við ferðafólki, sleppa undan hækkaða avgjaldinum á bensini og diesel.

Ferðavinnufelagið heldur, at landið missir meira fyri minni, tí lutfallið millum tað, sum landið fær inn í øktum avgjøldum frá hesum fyritøkum, stendur ikki mát við fíggjarligu avleiðingarnar, sum uppskotið hevur fyri bussfyritøkurnar í landinum.

Hækkaða avgjaldið og hækkaði vekskatturin fara at gera, at bussfeløgini noyðast at krevja 15 krónur meira fyri tíman. Og Føroyar eru longu sum er mettar at vera eitt dýrt land at ferðast í, vísir Ferðavinnufelagið á í áheitan sínari á Fíggjarnevndina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050