Keypti sítt egna festibræv á tvingsilsuppboði

Keypti sítt egna festibræv á tvingsilsuppboði
Ein bóndi í Suðuroy keypti í dag sítt egna festibræv aftur á tvingsilsuppboði í Fútarættinum fyri 1,6 milliónir krónur
Petur Karl av Rana, bóndi í Øravík, keypti í dag sítt egna festibræv aftur á tvingsilsuppboði í Fútarættinum
Mynd: Google Earth  
 
09.12.2015 - 16:07

Petur Karl av Rana, bóndi í Øravík, keypti í dag sítt egna festibræv aftur á tvingsilsuppboði í Fútarættinum. Hann hevði hægsta boð, eina millión og 600.000 kr.

Suðuroyar Sparikassi fíggjar keypið. Fyrru ferð, festibrævið var í Fútarættinum, var tann 4. november. Tá var eittans boð, ein millión krónur, og tað boðið átti ein annar bóndi í Øravík sjálvur triði.

Ein annar bjóðaði eisini

Búnaðargrunnurin var nøgdur við tað boðið, hóast grunnurin eigur slakar 2,4 mió.kr. til góðar hjá Peturi Karli av Rana og tí kravdi festið selt á tvingsilsuppboði.

Men advokaturin hjá Petur Karli av Rana segði tá í Fútarættinum, at festarin hevði samráðingar við peningastovn um fíggjarliga loysn - sanering, og kundi um stutta tíð koma við einum boði upp á hálva aðru millión krónur.

Tað boðið kom so í dag. Men hin bjóðaði yvir, eina millión og 550.000 kr. Tá so advokaturin hjá Peturi Karli av Rana legði 50.000 kr. afturat, gavst hin at bjóða.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050