- Tíðindi, mentan og ítróttur
Oljurpísurin hækkar ikki
OPEC londini funnu ikki semju um at lækka oljusøluna í gjár, og tí verður roknað við, at oljuprísurin neyvan hækkar í bræði.
Undan fundinum fríggjadagin ljóðaði, at londini ætlaðu at skerja søluna av olju við einari millión tunnum um dagin. Men eftir fundin varð kunngjørt, at sølan verður tann sama, 30 milliónir tunnur um dagin.
Upplýst var samstundis, at OPEC londini samdust um at tey ikki skulu selja meir enn 31,5 milliónir tunnur um dagin, og tað er 1,5 milliónir tunnur meir enn nú.
12 oljulond eru limir í OPEC, og tey selja umleið ein triðing av heimsins olju.
Tað var stóru spenningur undan fundinum fríggjadagin, og í gjár hevði oljuprísurin lyndi til at kvinka uppeftir.
Men eftir fundin lækkaði prísurin aftur niðurum 43 dollarar fyri tunnuna av olju úr Norðsjónum.
Iran hevur sett ynski fram um at sleppa at selja meir olju, eftir at tiltøkini ímóti landinum eru sett úr gildi. Tað var helst ein av orsøkunum til, at OPEC ikki kundi semjast um at minka oljusøluna.
Á tíðindafundi eftir fundin í OPEC, varð boðað frá, at eingin avgerð verður tikin um oljusøluna, fyrr enn á næsta fundinum í OPEC, sum verður í juni.
Tí halda serfrøðingar lítil sannlíkindi vera fyri at oljuprísurin hækkar stórvegis í bræði.