- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri harðskapsmál í nátt
Í tveimum førum eru fólk skuldsett fyri harðskap, framdur í nátt.
Klokkan 20 minuttir yvir fýra í morgun fekk løgreglan fráboðan um, at ein persónur hevði skallað ein annan persón niður. Tilburðurin fór fram í miðbýnum í Havn. Sambært fyrstu kanningunum hjá løgregluni var talan um púra ómotiveraðan harðskap. Eitt par stóð í miðbýnum, tá ein persónur kom framvið og skallaði mannin, sum datt afturav og eisini fekk ilt í nakkan. Løgreglan hevur skuldsett ein mann fyri harðskap.
Eisini fekk løgreglan boð um, at tveir mans vóru farnir til hendurs inni á einum dansistaði í Havn. Tá ein kvinna legði ímillum, fekk hon nevan á kjálkan frá tí eina. Løgreglan metir hetta eisini sum eitt harðskapsmál.
Ein annar persónur, sum gjørdist illur í sær á einum dansistaði í Havn, varð somuleiðis handtikin og sendur í brummuna í Klaksvík at sova rúsin út.
Og á bygd varð ein prutlførari tikin fyri at koyra ávirkaður.