Sølutilgongdin byrjað

Sølutilgongdin byrjað
Dagurin nærkast, tá allur Eik Banki verður á føroyskum hondum. Tað er, at TF Holding eigur Eik Banka hundrað prosent
Á eykaaðalfundi í Eik Banka tann 15. desember skulu tey, sum nú eiga Eik, TF Holding og Fíggjarligt støðufesti, avgera, at TF Holding keypir tey 30 prosentini í Eik Banka, sum Fíggjarligt støðufesti framvegis eigur
 
04.12.2015 - 12:47

Sølutilgongdin er byrjað og á eykaaðalfundi í Eik Banka tann 15. desember skulu tey, sum nú eiga Eik, TF Holding og Fíggjarligt støðufesti, avgera, at TF Holding keypir tey 30 prosentini í Eik Banka, sum Fíggjarligt støðufesti framvegis eigur.

Men handilin verður tó ikki framdur, fyrr enn Fíggjareftirlitið hevur góðkent hann. Keypir TF Holding tey 30 prosentini frá Fíggjarligum støðufesti eigur TF Holding einsamalt Eik Banka.

SÍ EISINI Fíggjarligt støðufesti heldur tætt

Fíggjarligt støðufesti lýsti í august øll síni partabrøv í Eik til sølu. Ikki fæst at vita, um onnur enn TF Holding bjóðaðu.

TF Holding keypti í februar í 2011 70 prosent av Eik frá Fíggjarligum støðufesti, sum 30. september í 2010 tók við Eik banka eftir skrædlið har.

Tá TF Holding keypti tey 70 prosentini, varð gjørd ein partaeigaravtala við Fíggjarligt støðufesti um forkeypsrætt.

SÍ EISINI Fer at kosta danska statinum milliardir

"Um TF Holding velur at keypa tey írestandi 30 prosentini í 2015 skulu teir gjalda 293 milliónir krónur fyri hesi partabrøv," stóð í einari fráboðan, sum føroyska Kappingareftirlitið fekk í januar 2011.

Nú eru vit í 2015, og 10. august boðaði Fíggjarligt støðufesti frá, at tey 30 prosentini í Eik verða seld í ár. Men um prísurin er 293 milliónir vilja hvørki stjórin í TF Holding, Súni Schwartz Jacobsen, ella stjórin í Fíggjarligum støðufesti, Henrik Bjerre-Nielsen, vátta.

Fíggjarligt støðufesti upplýsir, at haðani fæst einki at vita, fyrr enn sølan er avgreidd. Ætlanin er at selja fyri árslok. Men Fíggjareftirlitið skal góðkenna handilin, og eingin veit, hvussu langa tíð, Fíggjareftirlitið fer at brúka til tað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050