- Tíðindi, mentan og ítróttur
Færri fólk kæra um avgerðir
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/b2ffd43853518c31f53954a047db4164.png?itok=QfxiaP2e)
Almannaverkið ger sær størri ómak, tá avgerðir verða tiknar um fyritíðarpensjónir. Í øllum førum vórðu nógv fleiri avgerðir hjá Almannaverkinum staðfestar í kærunevndini í 2013 enn í 2009.
Í 2009 vórðu 32 avgerðir kærdar, onnur hvør, 56 prosent, varð staðfest í kærunevndini, seks prosent vórðu sendar Almannaverkinum aftur til nýggja viðgerð, og kærunevndin broytti 16 prosent av avgerðunum um fyritíðarpensjón.
Fýra ár seinni, í 2013, vóru tølini nógv broytt. Tá komu bara 24 kærur. Kærunevndin staðfesti flestu avgerðirnar hjá Almannaverkinum, 83 prosent vórðu staðfest, og bara fýra prosent av kærunum vórðu broyttar.
Fleiri kvinnur enn menn kæra
Átta prosent vórðu heimvíst, sum tað eitur, tað er sendar Almannaverkinum aftur. Sambært Almannaverkinum sjálvum vísir hetta, at Almannaverkið dugur betur at tryggja sær, at allar upplýsingar eru tøkar, tá umsóknir um fyritíðarpensjón verða avgreiddar.
Fleiri kvinnur enn menn kæra avgerðirnar hjá Almannaverkinum um fyritíðarpensjón. Tó kærdu fleiri menn í 2013. Orsøkin til, at fleiri kvinnur kæra er allarhelst, at fleiri kvinnur søkja fyritíðarpensjón, og lutfalsliga fleiri kvinnur enn menn fáa játtaða lægstu fyritíðarpensjón.
Trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum hevur fingið eina frágreiðing um fyritíðarpensjónir árini 2009-2013. Almannaverkið hevur gjørt frágreiðingina.