- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bíligari nøkur ár afturat
Tað verður bíligari í nøkur ár afturat at byggja leigubústaðir. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sigur, at landsstýrið og samgongan vilja hava fleiri leigubústaðir bygdar.
Tí kemur uppskot í Løgtingið um at leingja freistina at fáa endurgoldið meirvirðisgjald fyri leigubústaðir til 31. desember 2019.
SÍ EISINI Leigubústaðir sleppa undan meirvirðisgjaldi
Tá tey, sum byggja leigubústaðir, fáa meirvirðisgjaldið aftur, kostar byggingin 20 prosent minni. Sambært landsstýrinum eigur hetta at gera bústaðirnar bíligari at leiga.
Treytirnar fyri at fáa meirvirðisgjaldið aftur fyri leigubústaðir eru, at í minsta lagi tvær leiguíbúðir eru í hvørjari byggiverkætlan.
Í minsta lagi ein íbúð, ella í minsta lagi tíggju prosent, tá nógvar íbúðir eru í verkætlanini, skulu vera atkomiligar hjá fólki í koyristóli.