- Tíðindi, mentan og ítróttur
402 familjur søkt um jólahjálp
402 familjur søkt um jólahjálp
788 børn eru í familjunum
04.12.2015 - 13:31
402 familjur við tilsamans 788 børnum hava søkt um jólahjálp frá Í menniskjum góður tokki í ár. Freistin var á miðnátt 2. desember.
Í seinsta lagi 21. desember hava allir umsøkjarar fingið svar uppá umsókn teirra um jólahjálp. Í fjør fingu 372 familjur jólahjálp frá Í menniskum góður tokki.
Hetta er sætta árið, at til ber at søkja um jólahjálp frá Í menniskum góður tokki. Tað er Barnabati, ið umsitur Í menniskjum góður tokki.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV