Eykajáttanarlógin skorin til

Eykajáttanarlógin skorin til
Fíggjarnevndin hevur skorið eykajáttanarlógina til, so peningur, ið ikki verður brúktur í ár, fer úr lógini og í fíggjarlógina fyri 2016 í staðin
Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum hevur nú skorið eykajáttanarlógina hjá landsstýrinum til, so pengar, sum ikki verða brúktir í ár, fara úr lógini og í fíggjarlógina fyri 2016 í staðin fyri
 
03.12.2015 - 08:34

Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum hevur nú skorið eykajáttanarlógina hjá landsstýrinum til, so pengar, sum ikki verða brúktir í ár, fara úr lógini og í fíggjarlógina fyri 2016 í staðin fyri.

Hóast eykajáttanarlógin var samtykt eftir aðru viðgerð, vildi minnilutin í Fíggjarnevndini hava hana aftur í nevndina, tí minnilutin, andstøðan, heldur, at landsstýrið brýtur játtanarlógina við eykajáttanarlógini.

Minnilutin vísti til upprit

Landsstýrið flytur pengar, sum ikki verða brúktir fyrr enn næsta ár, til í ár, segði minnilutin. Minnilutin vísti í tí sambandi til eitt upprit, hann fekk frá umsitingini hjá løgtinginum.

Í gjár samtykti Løgtingið so eftir triðju viðgerð eykajáttanarlógina við øllum 28 atkvøðum, sum vóru í salinum.

Tað gjørdi tingið eftir at hava samtykt eitt uppskot frá samdari Fíggjarnevnd um, at nevndin fer í álitinum um fíggjarlógina fyri 2016 at seta tær játtanir, sum ikki verða brúktar í 2015. Tær verða tí tiknar úr eykajáttanarlógini fyri 2015.

Tvey uppskot feld

Løgtingið feldi uppskot frá tingmonnum í Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Miðflokkinum um at byggja nólsoyarferjuna nú.

Eitt uppskot frá tingfólki í Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum um ikki at keypa fleiri bygningar til tað almenna, fall eisini.

Tingfólkini siga, at ein loysn kundi verið at savna øll aðalráðini í einum og sama bygningi, og innrætta bygningin soleiðis, at ikki slepst undan, at starvsfólkini arbeiða saman.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109