- Tíðindi, mentan og ítróttur
Velja umboðsmann í dag
Val av Løgtingsins umboðsmanni er fyrst á dagsskránni fyri tingfundin, sum byrjar klokkan 11.00. 8.oktober í 2010 varð Sólja í Ólavsstovu afturvald til Løgtingsins umboðsmann til 31.desember í ár.
Tað er komið í drag at velja Løgtingsins umboðsmann fyri næstu fimm árini, tí semja er ikki í løgtinginum um at velja Sólju í Ólavsstovu.
Løgtingsformaðurin ongar viðmerkingar
Løgtingsformaðurin, Páll á Reynatúgvu, vil einki siga um málið. Og Sólja í Ólavsstovu hevur heldur ongar viðmerkingar. Men sum skilst er uppskotið, sum verður lagt fyri tingið í dag, at Sólja í Ólavstovu verður vald fyri fimm ár afturat.
Fólkaflokkurin og nakrir í Sambandsflokkinum vilja hava onkran annan í starvið, men samgongan tekur undir við at velja Sólju í Ólavsstovu. Starvið, sum Løgtingsins umboðsmaður kann ikki lýsast leyst.
Løgtingið velur fólk í starvið eftir uppskoti frá formanninum. Tá løgtingið tann 8. oktober í 2010 valdi Løgtingsins umboðsmann atkvøddu 22 fyri, eingin ímóti og heldur eingin atkvøddi blankt.