Hetlendingar fáa loksins vinningsbýti

Hetlendingar fáa loksins vinningsbýti
Tað kom óvart á tey, sum ráða fyri borgum í Hetlandi, tá boð komu um knappliga hálva aðru millión krónur í vinningsbýti frá Smyril Line
Hetlendingar, ið settu umleið 40 milliónir krónur í Smyril Line, fáa nú loksins vinningsbýti, skrivar hetlendskt blað
 
02.12.2015 - 10:33

Hetlendska landspartastjórnin setti 4,2 milliónir pund í P/f Smyril Line, sambært kursinum í dag er talan um góðar 44,6 mió. kr. Men Norröna gavst at sigla til Hetlands í 2007.

Tey, sum settu hetlendskar pengar í Smyril Line, hava verið fyri atfinningum síðani, tí almenna íløgan fyri tíggju árum síðani vísti seg ikki at gagna Hetlandi, tá avtornaði.

Men nú eru so 137.000 pund, fyri skatt, komin aftur sum vinningsbýti, skriva Shetland News. 137.000 pund eru knappliga hálv onnur millión krónur.

Vóna framvegis at fáa Norrönu aftur til Hetlands

Sambært Shetland News argar tað enn tann dag í dag hetlendingar at síggja Norrönu sigla millum oyggjarnar á leiðini millum Føroyar og Danmark.

Í hetlendsku landspartastjórnini kanna tey nú, hvussu stórur partur av vinningsbýtinum skal latast sum skattur í Føroyum.

Landspartastjórnin hevur framvegis vónir um at fáa Norrönu aftur til Hetlands og arbeiðir við málinum og kannar fleiri møguleikar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050