- Tíðindi, mentan og ítróttur
Reiðarí skal gjalda manning 1,8 milliónir
Føroya rættur hevur dømt reiðaríið hjá Beinisvørði at rinda teimum átta monnunum 1,8 milliónir krónur, sum teir áttu til góðar frá makrelveiðuni.
Reiðaríið hevði av sínum eintingum gjørt av at rinda manningini 1.750 kr. um dagin í hýru, men tað var nógv minni enn sáttmálin ásetti, staðfesti rætturin.
Tí stevndi Fiskimannafelagið eftir pengunum, og fekk viðhald í rættinum. Reiðaríið hjá ísfiskatrolaranum hevði ongan rætt at fara uttanum sáttmálan og bara áseta eina dagløn fyri makrelfiskiskapin í 2011.
Tað hevur Føroya Rættur staðfest, eftir at Føroya Fiskimannafelag fyri manningina, stevndi reiðarínum. Reiðaríið er dømt at rinda manningini hýru við rentum fyri tríggjar túrar í 2011.