Milliónir mistar í veiði- og avreiðingargjaldi

Milliónir mistar í veiði- og avreiðingargjaldi
Landið hevur mist 4,6 milliónir krónur í veiðigjaldi og avreiðingargjaldi, tí reiðarí eru farin av knóranum
Landið hevur mist 4,6 mió. kr. í veiðigjaldi og avreiðingargjaldi, tí reiðarí eru farin av knóranum
 
30.11.2015 - 13:45

Umframt peningin, landið hevur mist í veiðigjaldi og avreiðingargjaldi, misti landið eisini 160.000 krónur í fjør, tí rentan varð ikki kravd av ov sent goldnum gjøldum.

Tað stendur í ársfrágreiðingini hjá Landsgrannskoðanini fyri 2014. Vørn boðaði frá, at 3,9 mió. kr. í veiðigjaldi og 700.000 kr. í avreiðingargjaldi vóru strikaðar.

Men Landsgrannskoðanin rættaði tølini til ávikavist 3,5 og 1,1 millión. Landsgrannskoðanin ger eisini vart við, at rentan ikki er kravd av gjøldunum fyri makrel og sild.

Gjaldstovan skuldi rokna rentuna

Sambært lógini skal renta krevjast, um ikki verður goldið rættstundis. Vørn roknar ikki rentu og heldur seg ikki hava ábyrgd av tí, men vísti til, at Gjaldstovan skuldi rokna rentuna.

Landsgrannskoðanin helt tað ikki vera í lagi, at lógarásettar reglur um renturokning ikki verða fylgdar, og mælti leiðsluni í Vørn til at finna eina loysn, so at kravið um renturokning varð fylgt.

Í november greiddi Fiskimálaráðið frá, at sambært lógini skal tann, sum krevur inn, rokna rentu av eftirstøðuni.

Rentan av krøvunum 160.000 í fjør

Sambært avtalu millum Vørn og TAKS krevur TAKS eftirstøðurnar. Fiskimálaráðið segði seg onga orsøk hava til at halda, at TAKS ikki heldur lógina.

Sambært Fiskimálaráðnum sendir Vørn krøvini til TAKS til innheintingar í teirri trúgv, at krøvini íroknað rentur og annan kostnað verða kravd inn eftir galdandi reglum.

Lógin sigur, at renta skal roknast, tá tíggju dagar eru farnir, eitt prosent fyri hvønn byrjaðan mánað. Rentan av krøvunum, sum TAKS heintaði inn í fjør, átti at verið góðar 160.000 kr. skrivar Landsgrannskoðanin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050