- Tíðindi, mentan og ítróttur
Feløgini vilja sjálvi ráða
Tað siga feløgini í Vinnuhúsinum um ætlanina hjá landsstýrinum við lóg at áleggja stórum partafeløgum og feløgum, sum eru skrásett í keypsskála, at hava fleiri kvinnur í leiðsluni.
Stór partafeløg eru feløg, sum lúka tvær av trimum treyum, og treytirnar eru 143 milliónir krónur í javna, 286 milliónir krónur í nettoumseting og minst 250 fólk í fullum starvi.
SÍ EISINI Fleiri kvinnur í leiðslurnar í stórum partafeløgum
Vinnuhúsið sigur eisini, at kravið um politikk fyri kvinnur í leiðsluni fer at økja umsitingarligu byrðarnar hjá fyritøkunum. Vinnuhúsið mælir frá, at slíkur politikkur verður kravdur.
Sama sjónarmið er galdandi fyri kravið í ársroknskaparlógini um, at stórar fyritøkur skulu hava frágreiðing um samfelagsábyrgd. Fyritøkur, sum eru skrásettar á virðisbrævamarknaði, gera longu slíkar frágreiðingar, sigur Vinnuhúsið.