- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kommunurnar vera ikki við í skattalættanum kortini
Ætlanin var annars, at kommunurnar skuldu taka á seg 111 milliónir krónur av skattalættanum við at hækka botnfrádráttin upp í 45.000 kr. Kommunurnar skuldu so fáa pengarnar aftur úr landskassanum.
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, helt seg hava eina avtalu við Kommunufelagið um skattalættan. Men kommunurnar vilja ikki vita av leistinum, sum landsstýrið ætlaði at brúka.
Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, váttar, at arbeitt verður nú við einum nýggjum leisti, har sum kommunurnar ikki vera við. Hon sigur, at málið verður lagt fyri landsstýrisfund mánadagin.
Skattastigin verður gjørdur stigvaksandi
Kristina Háfoss vil tí bíða til eftir tann fundin við at gera fleiri viðmerkingar. Men ætlanin er, sum skilst, at landið ber allan skattalættan.
Botnfrádátturin í kommunuskattinum verður tí standandi á 30.000 krónum, og í landsskattinum verður botnfrádrátturin 65.000 kr. sum hann er nú.
Men skattastigin verður gjørdur stigvaksandi fyri at tryggja, at tey lágløntu og miðalløntu fáa sama skattalættan, sum alla tíðina var ætlanin.