- Tíðindi, mentan og ítróttur
Halda lítið um fiskivinnupolitikkin
Í almennum skrivi í dag ávarar Hanus Hansen, reiðari og stjóri í JFK-samtakinum, enn einaferð móti ætlanini hjá landsstýrinum at selja part av føroysku kvotunum í Barentshavinum á uppboðssølu.
Landsstýrið ætlar at selja 15 prosent av Barentshavs-kvotunum á uppboðssølu, men reiðarin óttast, at hetta er bara byrjanin.
Lægri inntøkur til landskassan í longdini
- Sambært samgonguskjalinum skal fiskivinnupolitikkurin flyta seg frá verandi skipan til eina marknaðargrundaða skipan. Roknast má tí við, at øll føroysk fiskirættindi sum frálíður skulu seljast á uppboðssølu.
- Hetta fer í longdini at geva landskassanum lægri inntøkur, tí færri og færri aktørar orka sum frálíður at bjóða upp á fiskirættindini, samstundis sum teir hava havt verri møguleikar at leggja pening til viks, sigur Hanus Hansen
Reiðarin og stjórin í JFK-samtakinum vísir á, at avleiðingin av tí verður, at vinnan heldur uppat at fokusera upp á menning og nýskapan.
Væntar tað fær avleiðingar fyri føroyskar veitarar
Í almennum skrivi sigur Hanus Hansen seg stúra fyri, at stórir partar av kvotunum á uppboðssølu verða fiskaðar við skipum, sum bara verða skrásett í Føroyum í styttri tíðarskeið.
- Tað fær so aftur avleiðingar fyri føroyskar veitarar, sum í stóran mun liva av at selja vørur og tænastu til fiskivinnuna, sigur Hanus Hansen. Samanumtikið heldur hann lítið um rikna fiskivinnupolitikkin.
- Nú byrja vit við uppboðssøluni og skapa stóran ótryggleika í eini vinnu, hvørs loyvisgrundarlag rennur út um tvey ár. Hetta er sanniliga eitt ótrygt og óvirðiligt grundarlag undir eini høvuðsvinnu, sigur Hanus Hansen.