Eingin nýggj Norðborg fyribils

Eingin nýggj Norðborg fyribils
Samtakið Christian í Grótinum í Klaksvík hevur slept ætlanini um at byggja eitt nýtt skip, tí óvissan í fiskivinnuni er so stór
Óvissan í fiskivinnuni er so stór, at samtakið Christian í Grótinum hevur slept ætlanini at byggja nýtt skip
Mynd: nordlysid.fo  
 
26.11.2015 - 08:10

Kristian Martin Rasmussen, reiðari, sigur við Norðlýsið, at samtakið hevði eitt boð upp á Norðborg, sum hevði givið nakað tað sama, sum skipið kostaði at byggja í 2009, men tikið verður ikki av tilboðnum.

Tekningar eru gjørdar av einum nyggjum skipi, men uppskotið um hægri avgjald á uppsjóvarvinnuna og ætlanin um, at uppsjóvarfiskur eisini skal seljast á uppboðssølu, ger, at eingin møguleiki er at fara undir eina tilíka verkætlan, sigur Kristian Martin Rasmussen við Norðlýsið.

Reiðaríið er á einum vegamóti

- Óvissan er ov stór, og eingin vil fíggja. Eisini er ógreitt, hvussu nýggju gjøldini skulu býtast millum manning og reiðarí. Serliga er tað ætlaða uppboðssølan av tilverugrundarlagnum hjá fyritøkuni, sum ger okkum ótryggar, sigur hann.

Kristian Martin Rasmussen sigur, at reiðaríið kennir seg vera komið á eitt vegamót, tí hóast vinnan leingi hevur eftirlýst tryggar karmar, eru eingi tekin um, at støðan gerst greiðari, heldur tvørturímóti.

Samtakið Christian í Grótinum hevur seinastu árini goldið millum 20 og 25 milliónir krónur í tilfeingisgjaldi um árið, skrivar Norðlýsið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050