Kommunur missa eftirlønarskatt, men fáa hann aftur

Kommunur missa eftirlønarskatt, men fáa hann aftur
Kommunurnar missa ein part av eftirlønarskattinum næsta ár, men tær fáa missin aftur í 2017, uggar Fíggjarmálaráðið tær við
Kommunurnar í Føroyum missa ein part av eftirlønarskattinum, men tær fáa tað aftur í 2017
 
25.11.2015 - 08:02

Sambært lógini um eftirløn skuldi bundna inngjaldið hækka upp í trý prosent næsta ár, men tað verður, sambært lógaruppskoti hjá Fíggjarmálaráðnum, eisini tvey prosent í 2016, tað sama sum í ár.

Talan um ein miss fyri kommunurnar í 2016, sigur Fíggjarmálaráðið. Men talan er bara um ein fyribils miss fyri kommunurnar.

Fáa tað mista inn aftur seinni

Tað, sum tær missa í 2016, fáa tær inn aftur seinni, tí hækkingin í eftirlønarinngjaldinum, sum verður skattað 40 prosent, byrjar aftur í 2017, tá gjaldið verður trý prosent.

Í hesum sambandi heldur Fíggjarmálaráðið tað vera viðkomandi at vísa á, at kommunurnar fáa meira skatt, okkurt um 15 mió. kr., tí útgjaldið úr Samhaldsfasta hækkar næsta ár.

Sambært lógaruppskotinum, sum kom í tingið í gjár, verður bundna eftirlønargjaldið komið upp í 15 prosent í 2029.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109