Eykajáttanarlógin skerd

Eykajáttanarlógin skerd
Eykajáttanarlógin fyri oktober, sum er í Fíggjarnevndini í løtuni, hevur mist fýra milliónir krónur í inntøku
 
25.11.2015 - 15:05

Fiskimálaráðið hevur boðað Fíggjarnevndini frá, at danska Bygningsstyrelsen kortini ikki vil keypa 855 fermetrar av lendinum norðan fyri bankabygningin í Húsagøtu í Havn.

Fiskimálaráðið hevur nú fingið at vita frá advokatinum hjá Bygningsstyrelsen, at Bygningsstyrelsen og kommunan arbeiða við einari aðrari loysn, so ikki verður neyðugt at keypa jørð frá Fiskimálaráðnum.

Kommunan vil hava 40 milliónir fyri bygningin

Bygningsstyrelsen í Danmark hevur hug á bygninginum, sum BankNordik var í, men sum Tórshavnar kommuna skal keypa frá bankanum fyri 40 milliónir krónur.

Ætlanin er at hava politistøðina í Húsagøtu og byggja eina hædd oman á bygningin. Bygningsstyrelsen og Tórshavnar kommuna samráðast enn um keypið.

Tórshavnar kommuna ætlar at fáa tað sama fyri bankabygningin, sum kommunan skal keypa hann fyri fyrst í næsta ári, og tað eru 40 milliónir krónur.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109