Mótmæla ætlan hjá landsstýrinum

Mótmæla ætlan hjá landsstýrinum
Reiðarafelagið mótmælir ætlanini, at gjaldið fyri kvotur, sum verða keyptar á uppboðssølu, og veiðigjaldið, ikki skulu fara av óbýttum
Hetta er inntriv í sáttmálaviðurskiftini, og tað er óhoyrt um okkara leiðir, at ein stjórn ger seg inn á galdandi sáttmála, og harvið frælsa samráðingarrættin á arbeiðsmarknaðinum, sigur reiðarafelagið
 
23.11.2015 - 10:44

Tað er ikki kunnu dragast frá søluvirðinum av veiðini, tá hýrur verða gjørdar upp og goldnar manningini.

Hetta er inntriv í sáttmálaviðurskiftini, og tað er óhoyrt um okkara leiðir, at ein stjórn ger seg inn á galdandi sáttmála, og harvið frælsa samráðingarrættin á arbeiðsmarknaðinum, sigur reiðarafelagið.

Víst verður á, at tað er ikki eitt hálvt ár síðani, at reiðarafelagið og manningarfeløgini skrivaðu undir nýggjan sáttmála. Undir samráðingunum kravdu tvey manningarfeløg, at ásetingarnar um, at gjøld fara av óbýttum, skuldu strikast, sigur reiðarafelagið.

Halda ikki, at landsstýrið kennir til avleiðingar

Samráðingarnar endaðu við, at parturin um avgjøld fyri fiskiloyvi skuldi verða óbroyttur. Reiðarafelagið sigur, at landsstýrið tykist ikki hava gjørt sær greitt, hvørjar avleiðingar uppskotið hevur.

Tí samstundis sum samgongan sigur, at hon vil býta landsins virði javnari, gevur hon við hesum átakinum manningini á einum vanligum uppsjóvarskipi 20 prosent í lønarhækking.

Hjá reiðaríunum merkir uppskotið hjá landsstýrinum, at tey nú skulu bera allar útreiðslur av veiði- og uppboðssølugjaldi, har manningarnar fyrr hava goldið millum ein fjórðing og triðing.

Haraftrat ætlar landsstýrið at hækka veiðigjøldini og leggja gjald á svartkjaft. Felagið heitir á landsstýrismannin í fiskivinnumálum um at umgugsa málið av nýggjum, áðrenn hann leggur uppskotið fyri tingið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050