Endurskoða gamlar kunngerðir

Endurskoða gamlar kunngerðir
Skip, sum hava ov nógvan ungfisk, kunnu missa fiskiloyvið í tríggjar vikur, kunnger Fiskimálaráðið
Fiskimálaráðið hevur nágreinað revsingina í kunngerðini, sum skal verja ungfiskin. Fiskimálaráðið hevur endurskoðað 22 ára gomlu kunngerðirnar um at verja ungfisk og samansjóðað tær í eina kunngerð
 
23.11.2015 - 11:32

Fiskimálaráðið hevur nágreinað revsingina í kunngerðini, sum skal verja ungfiskin. Fiskimálaráðið hevur endurskoðað 22 ára gomlu kunngerðirnar um at verja ungfisk og samansjóðað tær í eina kunngerð.

Í gomlu kunngerðini stóð, at brot á kunngerðirnar varð revsað eftir lógini um vinnulígan fiskiskap. Í nýggja kunngerðini, sum er til hoyringar í løtuni, stendur, at brot verða revsað við bót.

Vørn kann alt fyri eitt taka fiskiloyvið frá teimum, sum bróta kunngerðina við at hava ov nógvan ungfisk ella blaka ungfisk útaftur. Fiskiloyvið kann verða tikið upp í tríggjar vikur hvørja ferð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050