Borgarligt hjúnalag til fyrstu viðgerð í tinginum

Borgarligt hjúnalag til fyrstu viðgerð í tinginum
Í morgin fer Løgtingið undir fyrstu viðgerðina av uppskotinum um at gera tað møguligt hjá samkyndum at ganga saman í borgarligt hjúnalag
Løgtingið fer týsdagin undir fyrstu viðgerðina av uppskotinum um at gera tað møguligt hjá samkyndum at ganga saman í borgarligt hjúnalag
 
23.11.2015 - 17:44

Talan er um trý uppskot, sum verða viðgjørd undir einum og fara síðani í Rættarnevndina, Mentanarnevndina og Trivnaðarnevndina.

Tingkvinnurnar Sonja Jógvansdóttir, Bjørt Samuelsen, Kristianna Wither Poulsen og Hanna Jensen hava lagt uppskotini fram, har tað eina er gjørt fyri at leggja áherðslu á, at tað ikki skal verða gjøgligt við kirkjuligari vígslu av samskyndum.

"Ásetingin staðfestir, at tað, eins og siðvenja er, framvegis bert eru fólk av ymiskum kyni, sum verða vígd ella fáa kirkjunnar vælsignilsi av hjúnabandinum", stendur í uppskotinum.

Fall í 2013

Í viðmerkingunum til uppskotið um at gera tað møguligt hjá samkyndum at ganga saman í borgarligt hjúnalag, skriva uppskotssetararnir, at stundin er komin til, at samkynd verða javnsett við onnur, tá tað um borgararættindi ræður.

Sama lóg varð løgd fyri Løgtingið í tingsetuni 2013, men tá fall uppskotið. Rættindi hjá samkyndum hava fylt nógv í almenna rúminum seinastu árini.

Tað eru 9 ár síðani, at grein 266b varð broytt til eisini at verja fólk samsvarandi kynsligari sannføring. Løgtingið fer undir fyrstu viðgerð av málinum klokkan 10 fyrrapartin í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109