Rognkelsi í øllum aliringum á nýggjárinum

Rognkelsi í øllum aliringum á nýggjárinum
Marine Harvest hevur sett sær fyri at hava rognkelsi í øllum aliringunum í Føroyum á nýggjárinum, fyri at fáa tamarhald á laksalúsini
Á nýggjárinum fer Marine Harvest at hava rognkelsi í øllum sínum aliringum í Føroyum, fyri at fáa tamarhald á laksalúsini, hevur fyritøkan sett sær fyri
 
19.11.2015 - 17:45

Tað sigur Gudny Vang, ið starvast hjá Marine Harvest, við blaðið, kyst.no. Hon vísir á, at umstøðurnar hjá alda laksinum eru batnaðar mnunandi seinasta árið, tí hitin hevur verið tann rætti.

Kyst no. skrivar, at Marine Harvest nú fer at leggja seg eftir at ala smoltið longri á landi, so laksurin verður seks mánaðir styttri á sjónum, áðrenn hann verður tikin.

SÍ EISINI Kunnu skjótt ala rognkelsi í Føroyum

Gudny Vang sigur við miðilin, at Marine Harvest ikki hevur ætlanir um at nýta kemisk evni til at fáa tamarhald á lúsini, ikki í stóran mun í øllum førum.

Ístaðin hevur felagið sett sær fyri at rognkelsi skulku vera í øllum aliringunum á nýggjárinum. Marine Harvest hevur innflutt rognkelsi úr íslandi, og tey fyrstu vórðu sett út í februar.

Síðani hevur felagið støðugt økt um rognkelsini í ringunum, og málið er, at rognkelsi skulu vera í øllum aliringunum hjá Marine Harvest Føroyar á nýggjárinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949