Ómaksgjøldini lýst

Ómaksgjøldini lýst
Vegleiðingin hjá Brúkaraumboðnum um ómaksgjøldini er komin í gildi. Handilsfólk funnust harðliga at vegleiðingini, tá tey fingu hana til hoyringar
Handilsfólk funnust harðliga at vegleiðingini hjá Brúkaraumboðnum um ómaksgjøldini, tá tey fingu hana til hoyringar. Nú er vegleiðingin komin í gildi
 
17.11.2015 - 08:09

Vegleiðingin sigur, nær vinnurekandi kunnnu broyta ómaksgjøld ella leggja nýggj gjøld á, tá sáttmáli er gjørdur við brúkaran um eina vøru ella tænastu.

Sambært lógini um marknaðarføring kunnu vinnurekandi ikki av sínum eintingum áleggja ella hækka ómaksgjøld. Tað skal standa í avtaluni millum partarnar, millum seljara og keypara.

Brúkarin skal varskógvast í góðari tíð

Avtalan kann vera sáttmáli, sum samráðst hevur verið um við hvønn einstakan kunda, ella standardavtalutreytir ella vanligar handilstreytir hjá vinnurekandi.

Brúkarin skal varskógvast í góðari tíð, tá broytingar eru á veg. Brúkarar skulu eisini fáa at vita, hvørjar møguleikar tey hava at sleppa úr avtaluni, áðrenn broytingar í ómaksgjøldum verða settar í gildi.

Handilsfólk funnust harðliga at vegleiðingini hjá Brúkaraumboðnum um ómaksgjøld, tá tey fingu hana til hoyringar.

SÍ EISINI Halda ikki vegleiðing eigur at setast í gildi

Stirvið løgfrøðiligt mál í vegleiðingini ger ikki lógina um marknaðarføring skilligari hjá teimum, sum brúka lógina. Handilsvinnufelagið mælti Brúkaraumboðnum frá at seta vegleiðingina, sum hon var orðað, í gildi.

Vegleiðingin fer ikki at gera tað lættari hjá vinnuni at halda marknaðarføringarlógina. Hon er rætt og slætt ikki nóg brúkaravinarlig, var niðurstøðan hjá Handilsvinnufelagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389