- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tórshavnar Kommuna lovaði Levi Mørk annað starv
Tað lá ikki í kortunum, at málið um býráðspolitikaran og kommunala stovnsleiðaran Levi Mørk skuldi gerast alment.
Tórshavnar Kommuna gjørdi longu í november 2013 eina avtalu við Levi Mørk um at fara í annað starv í kommununi og møguliga rinda aftur løn, sum av órøttum varð útgoldin í tíðarskeiðinum 2012 og 2013, tá hann var leiðari í frítíðarskúlanum í Hoyvík og Klubb 188.
Tað vísa skøl, sum Kringvarpið hevur fingið hendur á.
Les eisini: -Talan var ikki um nakra avtalu
Avtala um at rinda aftur
Avtalan um at fara frá í stillum, taka við einum øðrum starvi hjá kommununi og annars rinda "møguliga ov nógv útgoldna løn aftur" verður gjørd, samstundis sum illgruni er um óreglusemi. Tað stendur í "avtaluni", sum Levi Mørk ger við umsitingina:
"Í samband við grannskoðan av lønargjaldingum á frítíðarskúlanum og Klubb 188 ger umsiting yvirlit yvir útgoldnar lønir - serliga til reingerðarfólk. Levi Mørk boðar frá, at hann er sinnaður at rinda møguliga ov nógva útgoldna løn aftur. Umsiting leggur skjótast yvirlitið fram fyri Levi Mørk við møguligum kravi um afturgjald," stendur millum annað í "avtaluni" frá november.
Sostatt var í november í 2013 einki tekin um, at kommunan hevði ætlanir um at gera nakað við málið, hóast illgruni var um óreglusemi í fíggjarligu viðurskiftunum, har ein fólkavaldur býráðspolitikari var dagligur leiðari. Tvørturímóti verður nevnt, at til ber at finna eitt annað starv í kommununi til Levi Mørk - tó uttan leiðsluábyrgd.
Drálaði við innliti
Tað eru Jóan Petur Hentze, leiðari á trivnaðardeildini hjá Tórshavnar Kommunu, og Ruth Vang, leiðari á Barna og Ungdómsdeildini hjá kommununi, sum 20. november í 2013 skriva undir avtaluna fyri kommununa. Ruth Vang er í dag forkvinna í fíggjarnevndini hjá løgtinginum.
Men tá fjølmiðlarnir fara at fregnast um, hví Levi Mørk fór frá sum leiðari av frítíðarskúlanum, gongur striltið við at fáa innlit í málið.
Tann 3. januar í 2014 biðja fjølmiðlar um innlit í øll skjøl í sambandi við, at Levi Mørk er farin frá sum leiðari fyri Frítíðarskúlan í Hoyvík og Klubb 188.
Tann 7. januar kemur svar frá journalisskipanini - umbønin er móttikin og skrásett, men ikki fyrr enn 21. januar kemur eitt svar uppá umbønina - hóast fjølmiðlar tvær ferðir hava rykt eftir svari.
Tað er Jóan Petur Hentze, trivnaðarleiðarin sum gjørdi avtaluna við Levi Mørk tveir mánaðir frammanundan, sum eisini viðger innlitsumbønina um sama mál.
Tá hann loksins svarar innlitsumbønini, er svarið noktandi. Kommunan noktar innlit í øll skjøl í málinum - grundgevingin er, at málið nú er meldað til løgregluna. Svarið hjá trivnaðarleiðaranum kemur sama seinnapart, sum málið er latið løgregluni fyrrapart.
Vælbari fekk frið
Samstundis sum Tórshavnar Kommuna ger avtaluna við Levi Mørk, hevur Levi Mørk sæti í býráðnum í Tórshavnar Kommunu. Hann er fyrsti varamaðar á listanum hjá Javnaðarflokkinum, og hevur sæti fyri Bjørghild Djurhuus.
Kortini verður ikki mett um hansara vælbari at taka sæti í býráðnum. Tað váttaði Ingibjørg Berg, kommunustjóri, tá málið gjørdist alment í januar 2014.
Talan hevur verið um eitt drúgt mál. Í næstsíðstu viku fall dómur í málinum um fyrrverandi leiðaran í Frítíðarskúlanum í Hoyvík og Klubb 188 og býráðspolitikaran hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar kommunu. Levi Mørk varð dømdur fyri heimildarsvik, mandatsvik.