- Tíðindi, mentan og ítróttur
Yvirtøka fyrireikað
Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, boðaði mánadagin landsstýrinum frá, at hann nú fer at enda samráðingarnar við Danmark og ES um at yvirtaka útlendingamál og marknaeftirlit.
Poul Michelsen sigur, at alt fyri eitt verður farið undir at fyrireika endaligt uppskot um avtalu millum føroyskar og danskar myndugleikar um yvirtøkuna, sum síðani verður løgd fyri ES-nevndina, sum vónandi kann góðtaka avtaluna.
SÍ EISINI Yvirtøkan av útlendingamálum má bíða
Yvirlýsingin, sum Annika Olsen, landsstýriskvinna, og Birthe Rønn Hornbech, ráðharri, gjørdu 29. oktober í 2009 um, at Føroyar yvirtaka útlendingamál, er framvegis galdandi.
Síðst í oktober samdust Poul Michelsen, landsstýrismaður, og Inger Støjberg, ráðharri, um at seta gongd á aftur arbeiðið at fyrireika yvirtøkuna, sum umfatar útlendingamál og marknaeftirlit.
Báðir partar, landsstýrið og danska stjórnin, hava bundið seg til at raðfesta málið. Miðað verður eftir, at fyrireikingarnar verða lidnar fyri 1. juli næsta ár.
SÍ EISINI Samgongan vil ikki yvirtaka útlendingaøkið nú
Við í fyrireikingunum er at fáa semju um marknaeftirlit við Schengen myndugleikarnar í Brússel.
Uppskot um at yvirtaka útlendingamál hava verið í løgtinginum oftari enn eina ferð, og yvirtøkan hevur eisini staðið í fleiri enn einum samgonguskjali.
Tað er torført at meta, hvussu nógv tað fer at kosta at yvirtaka útlendingamál og marknaeftirlitið. Danska løgmálaráðið upplýsti í februar í ár, at útlendingamál, sum viðvíkja Føroyum, kosta donskum myndugleikum.
SÍ EISINI Hava bundið seg til at raðfesta málið
Tá er løgreglan íroknað, okkurt um 1,4 milliónir krónur um árið, stendur í uppriti um yvirtøkuna, sum landsstýrið fekk frá Poul Michelsen mánadagin.
Tað er óvist, hvussu nógv málsøkið fer at kosta, tá tað er yvirtikið, tí nýggir førleikar og nýggj umsiting skulu byggjast upp. Harafturat eru teir stór-rakstrarfyrimunir, sum danskir myndugleikar hava, ikki í Føroyum.
Mett verður tí, at umsitingarligi kostnaðurin verður nakað hægri enn 1,4 milliónir krónur stendur í uppritinum.