Kunnu skjótt ala rognkelsi í Føroyum

Kunnu skjótt ala rognkelsi í Føroyum
Alarar í Føroyum sleppa at ala rognkelsi, men fyrst skal ein kunngerð broytast. Umsóknirnar verða viðgjørdar í løtuni
Alifyritøkur hava søkt Aliumsitingina um loyvi til at ala rognkelsi í Føroyum. Neyðugt er at broyta rakstrarkunngerðina soleiðis, at hon eisini umfatar aling av rognkelsi
 
10.11.2015 - 09:10

Alifyritøkur hava søkt Aliumsitingina um loyvi til at ala rognkelsi í Føroyum. Neyðugt er at broyta rakstrarkunngerðina soleiðis, at hon eisini umfatar aling av rognkelsi.

Hetta verður gjørt, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður, í svari til Bjørn Kalsø, løgtingsmann. Rognkelsi verða brúkt til at taka laksalús.

SÍ EISINI Óvist um virus er komið til Føroya

Síðani á heysti í fjør hava alarar í Føroyum innflutt 575.000 rognkelsi úr Íslandi. Men hesin innflutningur er fyribils steðgaður, tí fiskasjúkan VHS-virus er staðfest í íslendsku alistøðini, sum hevur latið rognkelsi til Føroya.

Enn er ikki staðfest, um HVS-virusið er komið til Føroya. Tað fæst at vita um eina viku ella so.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949