Ein króna nóg mikið til at stovna partafelag

Ein króna nóg mikið til at stovna partafelag
Nógvar broytingar á veg í lógunum, sum vinnan í Føroyum virkar eftir. Sumt verður høgligari, annað strangari
Løgtingið fær skjótt nógvar broytingar í vinnulógunum at viðgera.
 
08.11.2015 - 10:17

Skjótt fara íverksetarar at kunna stovna smápartafelag við bara einari krónu í kapitali.

Serliga slagið av smápartafelagi, íverksetarafelag, er ein av nógvum broytingum í lógunum, sum eru galdandi fyri vinnulívið í Føroyum.

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið hevur sent ætlaður lógarbroytingarnar til hoyringar.

Betri kappingarføri

Endamálið við broytingunum er at gera føroyskan vinnufelagarætt altjóða kappingarføran, so krøvini í Føroyum ikki eru strangari enn í øðrum londum. 

Tað skal eisini gerast lættari at stovna fyritøkur við avmarkaðari ábyrgd. Millum annað fer kravið um partapenging í vanligum smápartafeløgum úr 80.000 krónum niður í 50.000 krónur.

Eitt annað endamál er at rudda slóð fyri fleiri kvinnum í leiðslunum í størstu fyritøkunum. 

Hesar fyritøkur, tær størstu, fáa eisini álagt at greiða frá í sínum ársfrágreiðingum, um tær hava samfelagsábyrgd, til dømis viðvíkjandi umhvørvi ella mannarættindum. 

Talgilt samskifti

Og landstýrið vil hava heimild til at krevja, at alt viðkomandi skrivligt samskifti millum fyritøkur og myndugleikar verður talgilt, og loyva skattavaldinum at fáa innlit í eigaraupplýsingar í sambandi við handhavapartabrøv, tá eigaraparturin er minni enn fimm prosent. 

Eftir 1.juni næsta ár skal ikki bera til at stovna feløg við avmarkaðari ábyrgd eftir vinnufyritøkulógini. 
Orsøkin er, at hesi feløg líkjast nógv partafeløgum og smápartafeløgum, men tey eru minni gjøgnumskygd og hava færri krøv um kapital og leiðslu.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949