Stórur áhugi fyri føroyskum tvíkiljum

Stórur áhugi fyri føroyskum tvíkiljum
Stórur eftirspurningur er í løtuni eftir tvíkiljunum hjá føroysku fyritøkuni, KJ. Tvíkiljurnar verða brúktar á alistøðum
Eftirspurningurin eftir føroysku tvíkiljunum hjá KJ er stórur. Fyritøkan KJ byggir í løtuni nýbygningar nummar 41 og 42
Mynd: KJ  
 
05.11.2015 - 08:47

KJ hevur júst handað nýbygning nummar 40 av hesum slagnum. Hann varð seldur skotskari alifyritøku, Cooke Aquaculture Scotland, sum higartil hevur keypt tveir alibátar frá KJ.

Annar skal brúkast í Orknoyggjunum og hin í Hetlandi. Ólavur Asafsson Olsen, stjóri í KJ, sigur í tíðindaskrivi, at eftirspurningurin eftir tvíkiljunum er stórur bæði uttanlands og í Føroyum.

Góða móttøku í Føroyum

- Føroyska alivinnan hevur tikið væl ímóti okkara tvíkiljum frá fyrstan tíð. Vit eru nú í gongd við nýbygning nummar 42 síðan 1999, sigur stjórin í KJ, Ólavur Asafsson Olsen.

Tær flestu tvíkiljurnar eru farnar til føroyskar alifyritøkur. At tað gongur væl í føroysku alivinnuni ber eisini í sær, at útlendskar alifyritøkur vilja sambært stjóranum vita, hvørja útgerð føroyingar brúka.

- Tann ágóðan fáa vit so nú, sigur Ólavur Asafsson Olsen, stjóri í KJ, sambært tíðindaskrivinum. Í løtuni byggja tey nýbygningar nummar 41 og 42 hjá KJ.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949