Søguligur kurvabóltsdystur

Søguligur kurvabóltsdystur
Leygardagin verður fyrsti føroyski landskappingardysturin í kurvabólti
 
05.11.2015 - 15:21

Leygardagin spæla Hamar úr Havn og Ravnur av Toftum fyrsta landskappingardystin í kurvabólti í Føroyum nakrantíð.

Dysturin verður í Skúlanum við Løgmannabreyt klokkan 15.00.

Hamar hevur í nógv ár verið einasta kurvabóltsfelag í Føroyum, men nú eru trý.

Triðja felagið er Sporðdrekin í Havn, sum varð stovnað fyrr í ár.

Hesi trý feløgini hava nú skipað eina landskapping.

Fyriskipararnir siga, at áskoðarar eru vælkomnir til dystin, og at tað er ókeypis atgongd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050