130 dagar settir av: Minst 140 vitni avhoyrast

130 dagar settir av: Minst 140 vitni avhoyrast
130 dagar í 2018 eru settir av til sakarmálið hjá Fíggjarligum støðufesti móti oddamonnunum í gamla Eik banka
Sakarmálið hjá fíggjarligum støðufesti móti oddamonnunum í gamla Eik banka verður drúgt. 130 dagar í 2018, og nakrir í 2019, eru settir av til sakarmálið
 
05.11.2015 - 14:12

Byrjað verður í Føroya rætti í viku tvey í 2018 og rættarfundir vera mánadag, týsdag, mikudag og hósdag aðru hvørja viku. 130 dagar eru settir av, og nakrir dagar í 2019 eru settir av, um brúk verður fyri teimum.

Sakarmálið er so stórt og umfatandi, at bara til dokumentasjónina, tað er tá advokatarnir leggja fram skjølini, sum teir vilja hava rættin at sýna ans, eru settir av 17 dagar. Stevningin fyllir fimm flytikassar.

Fíggjarligt Støðufesti hevur stevnt Frithleif Olsen fyrrverandi nevndarformanni, Odd Bjellvåg, næstformanni, Marner Jacobsen, forstjóra, Bjarna Olsen, stjóra og Hans Laksá, grannskoðara eftir 150 milliónum krónum.

Í minsta lagi 140 vitni skula avhoyrast. Frithleif Olsen og Odd Bjellvåg hava føroyskar advokatar, hinir hava danskar advokatar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949