- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brúkaraumboð onga viðmerking
Brúkaraumboðið, Rannvá Ragnarsdóttir, hevur í løtuni onga viðmerking um atfinningarnar hjá Handilsvinnufelagnum um vegleiðingina hjá Brúkaraumboðnum um ómaksgjøld, sum hevur verið til hoyringar í Vinnuhúsinum.
Rannvá Ragnarsdóttir sigur, at tey fara fyrst at viðgera hoyringarsvarið hjá Handilsvinnufelagnum, áðrenn hon sigur nakað um tað, millum annað, um vegleiðingina skal skrivast av nýggjum, so handilsfólk skilja hana.
Handilsfólk fáa ikki nógv burtur úr at lesa vegleiðingina hjá Brúkaraumboðnum um ómaksgjøld. Stirvið løgfrøðiligt mál í vegleiðingini ger ikki lógina um marknaðarføring skilligari hjá teimum, sum brúka lógina.
SÍ EISINI Halda ikki vegleiðing eigur at setast í gildi
Handiskvinnufelagið mælir tí Brúkaraumboðnum frá at seta vegleiðingina, sum hon nú er orðað, í gildi. Endamálið við vegleiðingini var annars at fáa greiðu á, hvussu handilsvinnan eigur at bera seg at, tá ómaksgjøld verða broytt, og hvørji rættindi, brúkarin hevur, og hvørjar skyldur fyritøkan hevur.
Men tað er miseydnað sambært Handilsvinnufelagnum. Felagið sigur, at av tí at vegleiðingin er skrivað á heldur stirvnum løgfrøðiligum máli, tykist hon ikki vera vegleiðing, sum serliga er ætlað vinnuligum fyritøkum.
Finnast at vegleiðing
Vegleiðingin fer ikki at gera tað lættari hjá vinnuni at halda marknaðarføringarlógina. Vegleiðingin ger tað ikki lættari at skilja lógina. Hon er rætt og slætt ikki nóg brúkaravinarlig.
Handilsvinnufelagið biður Brúkaraumboðið um at tilskila júst hvørji feløg ella hvat slag av fyritøkum skulu brúka vegleiðingina.
Nøkur feløg í Vinnuhúsinum hava havt vegleiðingina til ummælis. Tey eru á einum máli um, at ilt er at meta um, júst hvørji kundasambond vegleiðingin umfatar.
SÍ EISINI Handilsfólk vilja hava neyvari vegleiðing
Talan er um limir í Samskifti, Ferðavinnufelagnum, KT-felagnum og Handilsvinnufelagnum. Og Handilsvinnufelagiðið vil eisini hava Brúkaraumboðið at bjóða til hoyringarfund.
Har skal vera møguleiki at greiða frá endamálinum við vegleiðingini og svara spurningum frá vinnuni og hoyra hennara sjónarmið um vegleiðingina.
Vegleiðingin, sum er 17 síður, er um grein 15 í lógini um marknaðarføring, sum er um møguleikan at broyta ómaksgjøld ella áleggja nýggj ómaksgjøld.