Seinasti framløgudagurin nærkast

Seinasti framløgudagurin nærkast
Tað verða ofta boð eftir undirskriftunum hjá løgtingsfólkum nú í november og í desember. Mikudagin er seinasti framløgudagur í ár
 
02.11.2015 - 08:52

Uppskot, sum tingið skal viðgera fyri ársskiftið, skulu leggjast fram í seinasta lagi í ovurmorgin. Til ber tó at koma við uppskotum í tingið eftir seinasta framløgudag.

Tá krevst, at í minsta lagi 17 tinglimir skriva undir, at tað er í lagi, at málið verður lagt fram. So landsstýrisfólkini fara ofta næstu vikurnar at biðja um undirskriftir frá tingfólkunum, so tey kunnu sleppa av leggja síni lógaruppskot fram.

Landsstýrið viðgjørdi leygardagin uppskotið um fíggjarlóg fyri 2016. Tá landsstýrið er liðugt við sína viðgerð, verða fíggjarlógin og broytingarnar hjá landsstýrinum umrøddar í samgonguni.

Broytingar verða sendar fíggjarnevndini

Tá landsstýrið og samgongan eru liðug við fíggjarlógina, verða broytingarnar sendar Fíggjarnevndini, og hon verður biðin um at taka tær við í álit sítt um uppskotið um fíggjarlóg fyri 2016.

Landsstýrið skal eisini gera lógir og lógarbroytingar, sum hoyra til fíggjarlógina. Tær vera ikki allar klárar at leggja fram mikudagin, og tí verður neyðugt oftari enn einaferð at fáa í minsta lagi 17 tingfólk at skriva undir seinni í heyst.

Løgtingsfundur verður annars seinnapartin í morgin. Tá fer tingið at viðgera eykajáttanarlógina og uppskotið hjá Nýggjum sjálvstýri um, at grønar hitaskipanir, so sum jarðhiti, fjarhiti og sjóhiti til sethús og aðrar bygningar sleppa undan meirvirðisgjaldinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109