Miðflokkurin í bíðistøðu

Miðflokkurin í bíðistøðu
Nýggja samgongan hevur lovað nógv, men enn er onki hent, heldur formaðurin í Miðflokkinum. Flokkurin hevði landsfund í gjár.
 
31.10.2015 - 10:16

Fólk í Miðflokkinum eru ivasom um framtíðina. Tað kom fram á landsfundinum hjá flokkinum í gjárkvøldið.

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum sigur, at flokkurin er í løtuni í bíðistøðu, tí nýggja samgongan hevur lovað nógv, men enn er einki hent.

Ein spurningur sum fekk drúgva umrøðu, vóru ætlaninar hjá landsstýrinum um at geva fólki skattalætta, men samstundis boða frá, at eingin skal rinda meir í skatti. Hvaðani skulu so pengarnir koma, vildu fólk hava at vita.

Samgongan hevur eisini lovað ein nýggjan pensjónsreform, sum nú ikki kemur fyrr enn í fyrsta lagi næsta heyst, og samgongan sigur seg arbeiða við einum fiskivinnureformi, sum eingin fær nakað at vita um.

Sum heild hildu fólk á landsfundinum ikki at sitandi samgongu verður langt lív lagað, og tí varð tosað um ein vallista til eitt komandi løgtingsval. 12 fólk komu á vallistan á landsfundinum hjá Miðflokkinum í gjárkvøldið, sigur Jenis av Rana, formaður.

Meira verður at frætta um landsfundin í tíðindum klokkan 1220.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109