Vilja sleppa at byggja eina hædd oman á

Vilja sleppa at byggja eina hædd oman á
Meirilutin í Tórshavnar býráði heldur tað vera í lagi, at Eik Banki sleppur at byggja eina hædd oman á høvuðssætið yvir við Strond í Havn
Eik vil sleppa at byggja eina hædd oman á bygningin við Strond í Havn. Meirilutin í Tórshavnar býráði heldur tað vera í lagi
 
30.10.2015 - 08:03

Til tess krevst tó ein broyting í almennu byggisamtyktini, tí verður bygt oman á Eik verður bygningurin ov høgur sambært galdandi byggisamtykt.

Friðingarnevndin í Streymoyar sýslu hevur góðkent útbyggingarætlanina hjá Eik. Og Yvirfriðingarnevndin staðfesti avgerðina.

Byggisamtyktin broytt í summar

Býráðið samtykti í summar at broyta byggisamtyktina, so til ber at byggja upp til tíggju metrar í staðin fyri átta.

Býráðið fekk tvey mótmæli, annað frá Mentamálaráðnum, hitt frá Søvnum landsins, tí Eik er granni hjá Skansanum.

Í gjárkvøldið samtykti býráðið endaliga at góðkenna broytingina í byggisamtyktini. Tjóðveldi var imóti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949